Fýra fyl eru nú komin
Nú byrjar tíðin, har vit kunnu njóta úrslitið av arbeiðinum, ið varð gjørt í fjør, og fylini fara so smátt at koma hvørt eftir annað. Føroyski rossastovnurin telur nú 96 ross saman við teimum nýggju fylinum. Tá ið folingin er enda í ár, er Føroyski rossastovurin omanfyri 100 ross, hetta er ein týðandi varði fyri felagið.
22. mai folaði Erra ársins fyrsta fyl, eitt svart ryssufyl, ið hevur fingið navnið Eira. Folingin gekk væl, og bæði fyl og ryssa eru væl fyri. Eira er annað fylið hjá Erru; hon eigur eisini flekkutu ryssuna Prýðu frá 2021. Pápin til Eiru er Sleipnir. Eira verður svørt eins og hann, tá ið hon verður vaksin. Eira er annað fylið hjá Sleipni, ið eisini eigur ryssuna Føgru, ið folaði ársins næsta fyl.
Eira fær sær ein blund.
Fagra folaði eitt flekkut ryssufyl 29. mai. Folingin gekk væl, men tá ið fylið kom upp á beinini at standa, sást beinanvegin, at okkurt var galið. Fylið hevur ligið skeivt í búkinum hjá ryssuni og er føtt við “windswept legs”, ið sipar til, at beinini síggja út, sum um vindurin hevur skumpað tey til aðra síðuna; bakparturin hellur til høgru síðu, og beinini eru skeiv. Hetta er ikki eitt arvaligt fyribrigdi. Fylið hevur tað gott og trívist væl. Djóralæknin hevur havt eftirlit við fylinum, og dagliga verður vant við tí, og tað gongur framá. Fylið batnar fyri hvønn dag, og beinini rætta seg væl. Hetta er annað fylið hjá Føgru, ið eisini eigur flekkutu ungryssuna Eponu frá 2024. Hetta er fyrsta fylið hjá Mjølni.
Fagra og ryssufylið.
Her sást mynd av windswept legs.
Av tí at bæði foreldur hjá fylinum eru flekkut, er ein møguleiki fyri, at fylið hevur dupultgen fyri flekkut. Hetta verður sera spennandi at kanna seinni. Bert eitt ross hevur dupultgen fyri flekkut í føroyska rossastovninum; tað er ryssan Gullveig, ið fyrstu ferð fer til greðing í ár.
Fagra og Mjølnir eru bæði flekkut. Um fylið er hevur dupult gen fyri flekkut, vil tað siga, at hon bert kann fáa flekkut fyl tá ið hon kemur til aldurs.
6. juni kom triðja fylið í ár. Mika folaði eitt svart ryssufyl, ið hevur fingið navnið Fjórða. Almenningurin varð spurdur um at hjálpa við at finna eitt navn til fylið. Nógv góð hugskot komu inn, men eigarin fall fyri navninum Fjórða, ið bæði var eitt hugskot á føroyskum og italienskum. Fjórða er fjórða fylið bæði hjá Miku og Hersa. Higartil eru bert ryssufyl komin undan Hersa, ið nú er avlívaður. Ryssan Daniella stendur at skula fola hvørja løtu, og hetta verður sostatt seinasta fylið undan Hersa.
Heimalambið Snælda og fylið Fjórða eru góðar.
Fjórða fylið í ár kom 10. juni. Tað var Leika ið folaði sítt fyrsta fyl, eitt svart hestfyl. Pápin til fylið er Borr, hetta er hansara fjórða fyl á lívið. Tilmælt verður, at allir greðingar fáa trý fyl, hetta er fyri at taka hædd fyri innannøringsprosentinum, so allir greðingar eru líka nógv umboðaðir í stovninum. Borr verður sostatt ikki brúktur meira í aliprogramminum.
Hestfyl undan Leiku.
Higartil eru fýra fyl komin í ár, trý ryssufyl og eitt hestfyl. Øll tey fyrstu fylini í ár eru svørt og eitt svartflekkut, síðsta ár vóru tey fyrstu fimm fylini øll reyð á litið.
Trygging av íløgum.
Sáð tikið og fryst sáð frá øllum livandi greðingum í føroyska rossastovninum. Um tørvur verður á, at nýta sáð frá einum geldum ella avlívaðum greðingi, kann ein ryssa ísáðast.
Í 2002 og í 2004 skipaði FFR fyri sátøku av nøkrum føroyskum greðingum. Í 2024 helt arbeiði fram og vaksið var um ílegugrunnin við niðurfrystum rossasáði. Í 2025 er sáð tikið frá øllum livandi greðingum og fryst. Í alt er sáð tikið av 25 føroyskum greðingum hesi bæði árini.
Á myndini sást greðingurin, Hersi, í samband við sátøku á summrið 2025.