Festívalhøll 3.-5. juli
Føroysk ross á víkingafestivali á Sandi
Í vikuskiftinum luttekur Felagið Føroysk Ross enn einaferð á víkingafestivalinum Festívalhöll á Sandi, sum Stuðulsfelagið Víkingabygd skipar fyri. Felagið hevur verið ein partur av festivalinum síðani 2023, og í ár er skráin fylt við bæði kapping, hugna og týdningarmiklum arbeiði fyri føroyska rossið.
Á ferð til Valhøll
Fríggjadagin 3. juli klokkan 15.30 verður skipað fyri einari stuttligari og læruríkari forðarenning við heitinum "Á ferð til Valhøll". Her skulu ross og reiðfólk í felag loysa ymiskar avbjóðingar, sum eru íblástar av norrønu gudalæruni.
Luttakararnir skulu millum annað hitta víkingar, ferðast frá Miðgarði til Ásgarð, fáa gávu í Vanaheimi, sleppa gjøgnum Jøtunheim og enda við at vísa rossið fram til stóru veitsluna í Valhøll.
Hugni og felagsskapur
Leygardagur 4. juli verður merktur av hugna og samveru. Rossafólk hittast at njóta dagin saman, práta, strigla rossini og deila royndir í friðarligum umhvørvi. Dagurin gevur góðar møguleikar at knýta nýggj sambond og styrkja felagsskapin kring føroyska rossið.
Týðandi arbeiði fyri føroyska rossið
Sunnudagin 5. juli verður eitt týdningarmikið arbeiði sett í verk, tá uppmáting av føroyskum rossum byrjar. Jóna A. Ólavsdóttir fer at standa fyri arbeiðinum. Hon fer at máta bygnaðin á rossunum og lýsa gonguløgini, annaðhvørt meðan rossini verða riðin ella leidd.
Endamálið er at fáa eina samlaða lýsing av føroyska rossinum. Hetta arbeiðið er ein týdningarmikil liður í at skjalprógva og varðveita føroyska rossið til framtíðina.
Stuðul til mentanarligt arbeiði
Felagið Føroysk Ross hevur í ár fingið játtað stuðul frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum til mentanarlig tiltøk. Hesin stuðulin hevur stóran týdning fyri arbeiðið hjá felagnum og ger tað møguligt at halda fram við at menna og sjónliggera føroyska rossið sum ein týdningarmiklan part av føroyska mentanararvinum.
Vit gleða okkum at bjóða bæði rossaeigarum og øllum áhugaðum vælkomnum til eitt vikuskifti við kapping, hugna, søgu og føroyskum rossum í serliga vakra og søguríka umhvørvinum á Sandi.
Tilmelding
Tú sleppur ókeypis á festival við tínum føroyska rossið. Felagið gjaldur fyri flutning og skipar fyri beiti.
Melda til við at senda teldupost til tiltok@ffr.fo ella ringja til Elisabeth Niclasen á tlf 590027 .
Vit síggjast á leiðini til Valhallar!