Aliarbeiði 2026 er byrja fyrr enn áður

Aliarbeiðið fyri 2026 er nú farið í gongd, og í ár er valt at byrja fyrr enn vanligt. Hetta er gjørt fyri at fáa betri stundir at arbeiða miðvíst við teimum ryssum, sum hava havt trupulleikar við at gerast kvidnar, og samstundis skapa betri karmar fyri einari væleydnaðari aling. Vanligt er, at flestu pørini verða sett saman í juni, men í ár vórðu fyrstu pørini sett saman longu 13. apríl.

 

Vælskipað byrjan av alingini 2026

Tá arbeiðið við at fáa ryssur kvidnar krevur eyka hjálp, verða ymisk djóralæknalig tiltøk nýtt. Jórun Sumberg Olsen, Djóralækni og nevndarlimur í Felagið Føroysk Ross, hevur aftur í ár stjørna arbeiðinum við at kanna og viðgerða ryssur á Búnaðarstovuni. At viðgerða ryssurnar ið hava tørv á viðgerð er ein týðandi partur av fyrireikingunum til alingina. Ryssurnar ið byrja varð við, eru ryssur har ið einki avkom er komið undan teimum, hóast roynt hevur verið áður at alt undan teimum.

 

Praktisk viðurskifti og royndir

Ryssurnar Álva og Rósa hava áður havt serligar avbjóðingar við at gerast kvidnar, hetta vóru ryssurnar ið vóru viðgjørdar í fyrsta tørni. Rósa varð sett saman við Óðin, hetta eydnaðist væl. Álva varð ikki á riði beinavegin, men er nú sett saman við Kyrra.

Ein fyrimunur við hesum arbeiðshátti er, at vit vita neyvt, nær ryssurnar eru paraðar, og at alt er farið fram á rættan hátt. Hetta ger, at tær kunnu skannast, fyri at síggja um tær eru kvidnar, umleið 14–16 dagar eftir paring. Um úrslitið tá er negativt, er framvegis góð tíð at royna umaftur.

Arbeiðið krevur tó góða samskipan, tí neyðugt er við djóralækna bæði til kanning, møguliga viðgerð og skanning. Hetta setur krøv til logistikk og fyrireiking.

Kortini vísa royndirnar, at fyrimunirnir eru stórir. Við so skipaðum og stýrdum umstøðum verður trygdin hjá rossunum tryggjað, og eingin kemur til skaða. Samstundis hava vit neyvar upplýsingar um allar tilgongdir, umframt at sleppa undan at finna beiti til pørini, og spara bæði tíð og aðrar ressursir.

 

Framtíðar útlit fyri aling

Hetta er uttan iva ein arbeiðsháttur, sum vit fara at nýta meira í framtíðar aling. Sum talið av Føroyskum rossum veksur, verður tørvurin á skipaðum og stýrdum loysnunum alsamt størri. Serliga er ein avbjóðing, at tað mangla beiti til tey mongu pørini, sum skulu setast saman, og at nógv stríð kann standast av, at rossini skulu ganga saman í minst ein mánað.

Harumframt hevur ein ofta ikki greiðu á, um paringin hevur eydnast. Við hesum meira kontrolleraða arbeiðsháttinum fáa vit bæði betri yvirlit og størri trygd í tilgongdini, samstundis sum vit spara bæði tíð og tilfeingi.