FFR4.jpg

Spurningar?

Vælkomin, at senda okkum eini boð á ffr@ffr.fo, ella á okkara facebook síðu: Felagið Føroysk Ross


Felagið Føroysk Ross er rúmliga 40 ára gamalt, og tað er hugaligt at síggja, hvussu føroyski rossastovnurin nørist í hvørjum. Eitt megnar sjálvboði arbeiði er gjørt, hesi 40 árini, og frá at verða nærum útdeyður í 60’unum, nærkast rossatali nú teimum 100; men enn er ikki vist, um hetta serføroyska rossaslagi fer at yvirliva, tí talið skal upp um tey 200, áðrenn man kann siga, at stovnurin er tryggur í at yvirliva - tískil er allur stuðul, og øll hjálp sera kærkomin.

Stuðla okkum, við at varðveita okkara serføroyska rossastovn. Tú kanst velja, um tú stuðlar fíggjarliga, ella um tú gert sjálvboði arbeiði, sum passar tínum førleikum og áhuga. Vit hava brúk fyri hjálp innan fleiri økir, millum annað: málfrøði (føroysk, dansk og enskt), tøkni (filmar, myndir, reklama o.a.), matgerð (til tiltøk), leiðslu (skipa fyri tiltøkum ella verkætlanum), tiltøk (hjálpa til ella finna uppá), hugflog (kom við góðum hugskotum og møguleikum), skapanarevni (tekna, mála, byggja, binda, sniðgeva), marknaðarføring og mangt annað.