Ólavsøkan og føroyska rossið – myndatøka fyri øll

Í sambandi við Ólavsøkuna 2026 fáa øll ein sjáldsaman møguleika at hitta føroyska rossið. Felagið Føroysk Ross hevrur í ár skipað fyri professionellari myndatøku, har øll hava møguleika at fáa eina ókeypis, professionella mynd saman við føroyska rossinum. Vit kunnu illa ímynda okkum ein betri dag enn Ólavsøkuna at vísa føroyska rossið fram. Sum ein týdningarmikil partur av føroyska mentanararvinum eigur føroyska rossið sín natúrliga sess í hátíðarhaldinum, har siðvenja, søga og føroyskur samleiki eru í miðdeplinum.

Skrá

28. juli kl. 15.00–17.00
Undir Bryggjubakka

29. juli kl. 15.00–17.00
Á Bursatanga

Umframt myndatøkuna verður eisini møguleiki at keypa sermerktar minnislutir við føroyska rossinum, millum annað:

  • Avmarkaða útgávu av álmanakka

  • Postkort

  • Magnet

Øll eru hjartaliga vælkomin at leggja leiðina framvið og vera við til at hátíðarhalda eitt av mest serstøku livandi mentanartáknunum, sum Føroyar eiga. Myndirnar verða lagdar út eftir tiltakið. Skráset tín teldupost fyri at fáa boð, so skjótt myndirnar eru tøkar. Sí leinkju https://www.vor-die-linse.de/7598738/lavsoka-2026?l=da

Christina Nathalia J