Vit skriva søgu. Sáð er tikið av øllum livandi greðingum og goymt.

Frá vinstru; Elisabeth Niclasen, Josh Steer, Mathilde Skytte Lundsby, Rasmus í Haraldsundi, Rikke Munk, Tullis Matson, Kristina Maria Fjallstein, Jóna Adelaide Ólavsdóttir og Signa Kallsoy Ravnfoss.

søga skrivað hjá føroyska rossinum og í altjóða høpi

Tað er okkum ein sonn fragd at kunngera, at vit nú hava fingið tikið og fryst sáð frá øllum livandi greðingum í føroyska rossastovninum. Vit hava, okkum vitandi, sum fyrsti felagsskapur nakrantíð, megnað at tikið og goymt sáð frá øllum livandi kalldjórum í einum stovni – nakað, sum verður mett at hava stóran týdning fyri framtíðina hjá føroyska rossinum, bæði í ílegusamanhangi og í framtíðar alimenning.

ÍLeGUGRUNNUR

Í 2002 og í 2004 skipaði FFR fyri sátøku av nøkrum føroyskum greðingum. Í 2024 helt arbeiði fram og vaksið var um ílegugrunnin við niðurfrystum rossasáði. Í 2025 er sáð tikið frá øllum livandi greðingum og fryst. Í alt er sáð tikið av 25 føroyskum greðingum hesi bæði árini. Tann yngsti er 3 ára gamli Frami.


Samstarv og stuðul

Hetta arbeiðið hevði ikki verið gjørligt uttan gott samstarv og fíggjarligan stuðul frá fleiri pørtum. Vit vilja hervið takka:

  • Tullis Matson og Stallion AI Services fyri tætt og gott samstarv gjøgnum alla verkætlanina.

  • Rikke Munk og Højgård Hestehospital fyri at skanna ryssur, sum skuldu brúkast til ísáðing og lokkiryssir.

  • Búnaðargrunninum fyri fíggjarligan stuðul.

  • BST fyri fíggjarligan stuðul, lán av hølum og fyri arbeiðið hjá starvsfólkunum.

  • MBM fyri stuðul við køvievni.

  • Greðingaeigarunum, sum allir hava verið góðir at samstarva við og eru komnir við sínum greðingum.

  • Ryssueigarunum, sum hava latið okkum brúka ryssur til lokkiryssur og til ísáðing.

Framhald og framtíðarætlanir

Sáðtøkan hevur týdning á fleiri økjum. Fyrst og fremst tryggjar hon ílegurnar hjá Føroyska Rossinum, men vit hava eisini fingið nógva nýggja vitan og royndir. Ein stórur liður í arbeiðinum er at menna førleikar og arbeiðsgongdir, sum kunnu brúkast til at ísáða ross – bæði í Føroyum og í Danmark.

ÍSÁÐING

Í ár hava vit roynt at ísáða ryssur fyri fyrstu ferð við frystum sáð. Tað verður áhugavert at fylgja gongdini, og síggja hvussu hetta fer at eydnast.

Ísáðing á fyrsta sinni í Føroyum

Í summar hava vit eisini gjørt søguligar royndir við ísáðing við frystum sáði – fyri fyrstu ferð nakrantíð í Føroyum. 4 ryssur eru ísáddar við frystum sáð, og harumframt tvær við feskum sáð. Úrslitini vænta vit at síggja um 2 vikur, tá ryssurnar kunna skannast.

ÚRSLIT AV ÍSÁÐING

Vit kunnu tó longu nú fegnast um, at vit í ár hava eitt fyl, sum er úrslit av ísáðing við feskum sáði frá í fjørð. Fylið, Tutli, er fyrsta fyli í Føroyum, ið er alt á hendan hátt.

Tøkk til øll, sum hava hjálpt TIL

“Hetta hevði ikki verið gjørligt uttan dyggan stuðul frá teimum, ið hava luttikið í verkætlanini” sigur Signa Kallsoy Ravnafoss, forkvinna í FFR "Ein serlig tøkk fer til

Tullis, Josh, Rikke, Mathilde, Aron, Kristinu Mariu, Elisabeth, Rasmus og Jónu
– fyri stórt arbeiði og trúgva hjálp í øllum liðum”




Jóna Ólavsdóttir