Sáðtøka av føroyskum greðingum

Føroyskir greðingar, mynd: Cécile Zahorka, The Pixel Nomad.

Á várið 2024 vóru umboð fyri Felagið Føroysk Ross á verkstovu hjá Nordgen í Finnlandi, har evnið var sáðtøka av greðingum. Á hesi verkstovu vóru eisini umboð fyri Stallion AI Services úr Bretlandi. SAIS er ein av heimsins fremstu fyritøkum, sum arbeiðir við at tappa sáð, goyma tað og síðani selja tað víðari til áhugaðar eigarar. Serliga er tað sáð av greðingum, ið tey arbeiða við, men Tullis Matson, stovnarin av fyritøkuni, hevur eisini stovnað aðrar fyritøkur og stovnar – millum annað Nature Safe, sum arbeiðir saman við øðrum felagsskapum, ið royna at bjarga hóttum djórasløgum. Á garðinum hjá Tullis, er millum onnur ross, ein greðingur, ið er dupultur gullvinnari á Olympisku Leikunum.

Sum sagt fáast tey á SAIS eisini við at hjálpa til við at varðveita og menna hótt djórasløg. Eftir at tey høvdu hoyrt um Føroyska Rossið, vóru tey áhuga í at byrja eitt samstarv.

Hetta samstarvið førdi við sær, at umboð fyri SAIS vóru í Føroyum summarið 2024 og skipaðu fyri, at sáð varð tikið frá umleið helvtini av føroysku greðinginum og niðurfryst í ein ílegugrunn.

Frá vinstru; Tullis Matson, Josh Steer, Pam Humphreys, Rasmus í Haraldsuni, EJ Eldridge, Jóna Adelaide Ólavsdóttir, Kristina Maria Fjallstein, Signa Kallsoy Ravnafoss, Regin Kallsoy í Trøðini, Dorthea Joensen.

Í august 2025 hava umboð fyri føroyska starvsliðið í sambandi við sáðtøkuna verið á skeiði í Bretlandi hjá SAIS fyri at síggja teirra umstøður – hvussu tey skipa sáðtøku, frysting og ísáðing. Hetta var ein góð endurtøka av tí, sum tey gjørdu síðsta summar, og samstundis fingu tey eisini høvi at síggja, hvussu umstøðurnar kunnu gerast betri í sambandi við arbeiðið í Føroyum.

Hesa vikuna, mitt í august 2025, koma so umboð fyri Stallion AI Services aftur til Føroya at standa fyri arbeiðinum at taka sáð av restini av føroysku greðingunum. Tá hetta arbeiðið er gjørt, er væntandi sáð tikið av øllum núlivandi greðingum, og er hetta gott tilfar til víðari arbeiðið við aling av Føroyska Rossinum.

Í sambandi við vitjanina skipar Felagið Føroysk Ross fyri einum tiltaki á Búnaðarstovuni hóskvøldið 21. august kl. 19.00, har Tullis Matson frá SAIS fer at greiða frá, hvat tey gera, hvat er gjørt við ella fyri Føroyska Rossið, og hvørjar ætlanir eru við hesum arbeiði í nærmastu framtíð. Eisini verður fari ein túr í kanningarstovuna, at hyggja eftir umstøðunum og sáðnum.

Øll eru vælkomin, tiltakið er ókeypis og uttan tilmelding.

Jóna Ólavsdóttir