Tjóðskaparligur arvur

 

Føroyska ryssan Lítla uttanfyri Blásastovu í Norðragøtu 2020.


Eingin skapningur hevur tænt menniskjanum á sama hátt, sum rossini hava. Eginleikarnir og førleikarnir eitt ross hevur, gjørdi menniskjanum ført fyri at víðka og menna landbúnaðin, og í aldir hava ross verið eitt týdnignarmikið og avgerandi amboð í landbúnaðinum.

Hóast vit nú á døgum kunnu lesa í Djóravælferðarlógini, at “Djór hava eginvirði, sum ikki er treytað av tí nyttuvirði, tey hava fyri fólk. Djór skulu viðfarast væl”. So var støðan ein onnur hjá okkara forfedrum. Korini vóru hørð, ja, vit høvdu nokk hugsað ólivilig, og tað er ófatiligt, hvussu føroyingurin hevur klárað at lívbjarga sær á hesum veðurbardu klettum. Alt, ið kundi brúkast, varð brúkt. Tað var avmarkað nøgd av øllum, og alt skuldi hava nyttuvirði. Føroyska rossið hevði fjøltáttað nyttuvirði fyri føroyingin. Í dag er nærum alt farið í søguna - eisini rossið.

Lesningsbond, klyvjar og kotaknappar

Fleygamaður verður hálaður upp av rókini við lomvigum.

Føroya Fornminnissavn. SNR:4575-6

Tað munnu vera tey fægstu, ið kenna tilknýti millum fuglaveiðu í gomlum døgum og føroyska rossið. Ella kotið, ið helt føroyingin heitan, og okkara knáa rossaslag.

Men føroyska rossið hevur størri søguligt virði, enn vit geva okkum far um.

Lesningsbandið, ið var lívlínan hjá monnum, ið fóru í bjørgini eftir fugli, var oftast úr rossahárum. Fram- og halafaksinum á rossum.

Fleiri søguligar keldur greiða frá, at mann árliga klippti faks og halafaks á rossum, tí hárini skuldu brúkast til reip, bond og knappar.

Føroyskir greðingar 2020. Rossahár úr faksi og halafaksi eru bæði long og sterk.


Í 1902 skrivar Daniel Brunn bókina Hesten i Nordboernes Tjeneste paa Island, Færøerne og Grønland, En kultur historisk Studie. Um føroysku rossini skrivar hann millum annað:

Klyvjaross

“Den kommer aldrig, selv ikke om vinteren, under tag og får i det hele taget en temmelig hård behandling. Tidligere måtte den uger igennem vandre med gødning og tang ud på marken, og fra fjældene med tørv hjem til husene. Når gødningen bæres af heste, lægges først et fåreskind på sammes ryg, derover en stor måtte af spundne høbånd, og der ovenpå anbringes Kløft-Sadlen (klybbari, klyv) af træ, fastbunden med uldbånd om bringe og hale. På sadlen hænger to kurve (leypar) (Fig. 42, VI). Når disse skulle aflæsses, løsnes den ene side af bunden, som er fæstnet ved en pind, og gødningen falder ud. Især tidligere så man i sommertiden en eller flere heste under pasning af en karl (rossadrongur) i færd med denne transport.

I den største del af året går hesten for lud og koldt vand i flok i udmarkene og må mangen gang skrabe sneen bort med hovene for at finde sig lidt føde. Bliver der en sjælden gang brug for den til transport eller ridebrug, må den opsøges og drives hjem. Som regel holdes den nu kun for at sælges til England, hvor den anvendes i kulminerne.

Da hestene på Færøerne således kun yderst sjældent blive anvendte til andet end transport af gødning og tørv m.m., ere de ikke vante til at blive redne og vise sig derfor gærne vanskelige at vænne til bidsel. Ofte ville de ikke gå frem, undtagen der går en mand foran eller de blive ledte. Medens de ere vante til den almindelige grime (gríma) vægre de sig ofte for at tage mile (meil) i munden. Sadler ere sjældne. I reglen nøjes man med et sammenlagt tæppe, når man vil ride”.


Brot úr verkætlanini hjá Jónu A. Ólavsdóttir, Føroyska rossið – í fortíð, nútíð og framtíð, sum hon skrivaði á yrkisskeiðnum innan landbúnað á Búnaðarstovuni veturin 2019 - 2020:

Føroyska ryssan Lítla uttanfyri Blásastovu í Norðragøtu 2020.

“Hvønn leiklut hevði rossið fyrr:

Viðurskiftini í Føroyum avmarkaðu, hvussu rossini vórðu brúkt. Einki vegasamband var, og tískil bar ikki til, at brúka rossini til at draga vognar undantikið í kolanámunum (Landt, 1800). Rossini vórðu brúkt, sum klyvjaross, tá tøð og tari skuldi berast út á bøin, og til at reiða torvið heim til húsa. Í hendingaførum vórðu tey brúkt til flutning og ríðing (Bruun, 1902). Tá bóndin reið á rossi sínum, brúkti hann ikki saðil, men reið berbakt, og tá hann var høgur í ættini, legði bóndin eina rekkjuváð (grovt ullint seingjarteppi) á rossabaki. Gríman var úr ull og rossahárum. Einans tey tignarligu høvdu danskan saðil og ríðiklæðir (Svabo, 1781/82). Rossini vórðu ikki skógvaði, og mann klippti faks og halafaks árliga, tí hárini skuldu brúkast til reip og knappar (Svabo, 1781/82, Landt, 1800 og Bruun, 1902). Í 1929 skrivar Bruun, at rossini verða brúkt til flutning av vørum, timbri, tøðum og øðrum, og, sum vegasambandið gjørdist betri, vórðu rossini oftari brúkt til at draga vognar, men at tey lítið og einki vórðu brúkt til ríðing. Lucas Debes skrivar í síni bók, at rossini verða millum annað brúkt til at fara á fjall við, men E. A. Bjørk skrivar í 1956/57, at høvuðsendamálið við rossunum hevur verið, at reiða torvið heim og bera tøð út á bøin, og einans í einstøkum førum vórðu tey brúkt til ríðing og á fjalli, og í nýggjari tíð vórðu rossini eisini brúkt til arbeiði á bønum (E. A. Bjørk, 1956/57).

Í Føroyum hevur ikki verið siður at eta rossakjøt (Føroyar, 1958). Svabo skrivar í 1781/82, at tað kemur fyri, at tá rossið doyr ella verður skotið, verður húðin tikin og brúkt, men at meirilutin av íbúgvunum í Føroyum halda hetta vera eina ósømiliga gerð.”


Føroysku klæðini

Tíðirnar broytast, og viðurskiftini hjá føroyinginum eru nógv broytt. Føroysku klæðini hjá mannfólki vóru gerandisklæðir fyrr. Tá var heilt vanligt at síggja føroyingin í húðarskóm, hosum, knæbuksum, troyggju og koti. Nú á døgum er nærum alt av føroysku klæðunum vorið stásklæðir. Ja, drála líka yvir hetta. Arbeiðsklæðini fyrr eru vorin stásklæðir í dag. Vit hava tó tillaga tey við sylvrið, litum og sniði. Vit liva í einum vælferðarsamfelag, har vit kunnu klæða okkum nærum, sum okkum lystir, men vit eru stolt av okkara forfedrum og øllum tí, sum teir megnaðu, og tískil klæða vit okkum í føroysk klæðir, sum umboða eina stórfingna søgu um mergjaða føroyingin. Kotið verður enn nógv brúkt, serliga av bóndum, og ullintu troyggjuna hevur nærum hvør einasti føroyingur tikið til sín, sum gerandisklæðir.

Føroyingurin, sum fór á fjall ella í bjørgini í koti, hevði ikki silvurknappar, men kotaknappar úr rossahárum. Hár av føroyska rossinum. Húðarskógvarnir, ið eru sterkari enn rotuskógvar, vóru vanliga úr neytahúð, men tað kom fyri, at teir vóru úr rossahúð.

Sostatt hevur føroyska rossið ikki einans verið brúkt í landbúnaðinum, men eisini sum ein partur av føroysku klæðunum og amboðum brúkt í føroyskari siðvenju.

Frá nyttuvirði til virði í sær sjálvum. Føroysku klæðini eru farin frá at hava høgt nyttuvirði, til at hava virði í sær sjálvum og tí mentan, sum tey umboða. Eins og Djóravælferðarlógin sigur, so hava rossini eginvirði, ið ikki er treytað av nyttuvirði. Fyri at tryggja framtíðina hjá føroyska rossinum er grundleggjandi neyðugt, at menniskjan lærir at hámeta náttúruna og hennara tilfeingi.

Jóna Ólavsdóttir, forkvinna.


 
Jóna Ólavsdóttir