Føroysk ross hava "tølt-genið"

 
Blika er mamma Glæmu.

Blika er mamma Glæmu.

“Tølt-genið”, ella rættari sagt DMRT3, er eitt gen í ávísum rossasløgum, sum gevur teimum serligar førleikar til rørslu. Til dømis hava næstan øll íslendsk ross DMRT3 genið, og tey eru kend fyri gonguløgini tølt og skeið. Svenska travrossið við DMRT3 geninum er kent fyri sínar serligu eginleikar til skjótt trav, og eisini kunnu summi teirra tølta. Ymisk rossasløg kring heimin hava DMRT3 genið, og tað er ymiskt hvussu gonguløgini verða brúkt.

Vísindaligu kanningarnar innan DMRT3 eru lutfalsliga nýggjar, og roknað verður við, at tað eru onnur, enn ókend, gen, sum kunnu hava ein týdning fyri førleikarnar til rørslu í rossum ásamt DMRT3 geninum.

Felagið byrjaði í fjør, 2020, at kanna føroysk ross fyri DMRT3, men eingin av teimum 12 rossunum, sum tá vórðu kannaði, høvdu DMRT3 genið. Felagið misti tó ikki mótið, og til alla lukku varð DMRT3 funnið í 3 rossum í ár.

Fyri at kanna rossini vórðu DNA royndir sendar til SLU, sum brúkti SynchroGait testina.

Lesa meira um SynchroGait her:

Til samans hevur felagið kannað 19 ymisk føroysk ross, og einans funnið DMRT3 genið í 3 av 19 rossum.

Hendan nýggja vitanin leggur enn størri dent á, hvussu álvarsom støðan er, og hvussu stóran týdning tað hevur, at vit varðveita tey genini, vit enn hava.

Til tíðindi.jpg
 
 

Tey rossini, sum høvdu DMRT3 genið vóru Litbrá, Glæma og Leika. Allar eru ryssufyl, sum vórðu folaðar í summar.

Litbrá og Leika eru C/A, sum merkir at tær eru heterozygotar við DMRT3, og tað er 50% kjansur fyri, at tær fara at geva genið víðari til síni avkom, tá tær verða aliryssur.

Glæma er A/A og tað er sjáldsamt fyri eitt føroyskt ross.

Glæma er A/A og tað er sjáldsamt fyri eitt føroyskt ross.

Glæma er A/A, sum merkir at hon er homozygot við DMRT3, og tað er 100%, at hon gevur genið víðari til síni avkom, tá hon verður aliryssa.

Øll hini rossini, sum eru kannað, eru C/C, sum merkir at tey eru homozygot, og at tey ikki hava DMRT3 genið, at geva víðari til síni avkom.

Leika er C/A. Hon hevur gott sinnalag, er góðslig og spælin. Leika er til sølu. Sí ross til sølu fyri nærri kunning.

Leika er C/A. Hon hevur gott sinnalag, er góðslig og spælin. Leika er til sølu. Sí ross til sølu fyri nærri kunning.

Fyri at ross skulu fáa eitt A, so má annað av foreldrunum hava genið, og tess fleiri ross í einum stovni, sum hava A, størri er kjansurin fyri, at genið verður borið víðari og varðveitt.

Tað, sum er sera áhugavert fyri hesar 3 ryssurnar, er, at tær allar hava greðingin Bello í sínari ætt. Bello er abbi at bæði Glæmu og Leiku, og hann er pápi Litbrá.

Felagið ætlar at kanna fleiri ross fyri DMRT3, og spennandi verður at síggja, hvat úrslitið verður.

Litbrá er C/A. Hon hevur gott sinnalag og vakran flekkutan lit.

Litbrá er C/A. Hon hevur gott sinnalag og vakran flekkutan lit.

Tað hava 3 granskingar av DMRT3 verið gjørdar, har føroysk ross hava verið við.

Sama úrslitið hevur verið í øllum kanningunum, at eingin, ella bert nøkur fá, av teimum kannaðu føroysku rossunum hava havt DMRT3, og hetta styrkir grundarlagið fyri, at vit mugu traðka til nú, um vit ynskja at varðveita hetta genið í føroyska rossinum.

 
 

Um tú ynskir at føroyska rossið skal varðveitast, so kanst tú gera ein mun við at skriva undir í leinkjuni niðanfyri. Takk fyri.

 
Jóna Ólavsdóttir