Roysni

 

Upplýsingar

Navn: Roysni úr Vatnsoyrum
Skrásetingar nr.: FO2025198002
Folaður: 15. juni 2025 - 1 ár
Kyn: Greðingur
Litur: Reyður
Stongmát: ?
Sinnalag: Friðarligur og góðsligur
Seljari: Jóna Adelaide Ólavsdóttir, tlf. 26 35 82
Um Roysna: Roysni er folaður í Vatnsoyrum, og gongur framvegis við mammu sínu í einum rossaflokki og harvið hevur hann fingið eina góða byrjan á lívið. Roysni verður allarhelst stórur og sterkur sum vaksið ross. Roysni er ikki kannaður fyri tøltgenið enn, men greðingurin hann er undan, Jallur, hevur tøltgenið, so har er møguleiki fyri, at Roysni eisini hevur tað. Roysni skal fáa 2 avkom, og sáð skal takast og goymast áðrenn hann verður geldur. Hann er klárur at fara frá mammuni nú í januar. Roysni hevur verið í vogni nakrar ferðir og eru vanur við ferðslu umframt ymiskt í umhvørvinum, hann hevur staði á stórum og fjølbroyttum beitum, og verið nakað í haganum.

Avkom:
0

 

Ættartalvan hjá Roysna

 

Myndin er frá Føroya Fongi.

 
 
SendistovanGreðingar