Ingunn
Upplýsingar
Navn: Ingunn úr Vatnsoyrum
Skrásetingar nr.: FO2025298001
Folaður: 10. juni 2025 - 1 ár
Kyn: Ryssa
Litur: Reyð
Stongmát:
Sinnalag: Kelin og forvitin
Seljari: Jóna Adelaide Ólavsdóttir, tlf. 29 90 22
Um Ingunn: Ingunn er folað í Vatnsoyrum og gongur har enn saman við mammuni í einum rossaflokki og hevur harvið fingið góða byrjan á lívið. Bæði Litbrá og Silvitni hava tøltgenið, so har er góður møguleiki fyri, at Ingunn eisini hevur tað. Ingunn skal fáa nøkur fyl áðrenn hon kann “pensjónerast” sum aliryssa, men hetta merkir ikki, at hon ikki kann brúkast sum brúksross - tað ber væl til at brúka aliross samstundis, sum tey fáa fyl. Ingunn hevur verið í vogni nakrar ferðir og eru von við ferðslu umframt ymiskt í umhvørvinum, hon hevur staði á stórum og fjølbroyttum beitum, og verið nakað í haganum.
Avkom:
0