Lý
Upplýsingar
Avkom:
3
Navn: Lý úr Giljum
Skrásetingar nr.: FO2009298008
Folað: 26 juni 2009 - 16 ár
Kyn: Ryssa
Litur: Reyð við stjørnu
Stongmát: 127 cm
Seljari: Elin Abria Persson, Tlf. 78 84 84
Um Lý: Lý er folað í Sandavági. Núverandi eigarin hevur átt Lý í fýra ár, men vegna manglandi tíð er Lý nú til sølu. Lý hevur næstan alt sítt vaksna lív veri brúkt sum ríðingarross, hon er tilriðin hjá Rossalív, terapiross, har hon hevur verið brúkt. Lý hevur ongatíð staðið sjálv, altíð verið saman við øðrum hestum og altíð staðið í leysdrift. Hon er barnavirnarlig, rólig og kann brúkast til alt m.a. ponyríðing. Hon hevur ikki brúkt skógvar í seinastu fýra árini, men hevur brúkt scootboot. Trý fyl eru komin undan Lý, øll trý hava gott lyndi og eru góð ríðingarross.
Ættartalvan hjá Lý
myndin er frá Føroya Fongi.