Mika
Upplýsingar
Avkom:
3
Navn: Mika av Støllum
Skrásetingar nr.: FO2015298002
Folað: 12 juni 2015 - 11 ár
Kyn: Ryssa
Litur: Reyð
Stongmát: ?
Seljari: Búnaðarstovan, tlf. 29 90 22
Um Miku: Mika er folað í Gøtu og varð seld til Vatnsoyrar í 2018, har hon hevur livað alt sítt vaksna lív, hon varð seld til núverandi Búnaðarstovuna í 2024. Mika er ikki tilriðin, men eingarin hevur riði á henni, og hon egnar seg eisini væl til ponyríðing. Tó ikki egnað sum eitt byrjara ross, tí hon er ov lítið vand, men er løtt at venja og lærur skjótt. Mika hevur staðið úti alt árið meginpartin av sínum lívið, soleiðis hevur hon tað best. Okkurt tíðarskeið hevur hon staðið inni í boks, men tá er hon blivin órólig. Mika hevur 3 avkom og er kviðin, ein avtala kann gerast um komandi fylið (folar í 2026) um tørvur er á tí. Av tí at Mika hevur nøkur fyl, so er einki press á hjá komandi eigara at ala, men tó er tað gleðiligt, um Mika kann verða partvís verandi aliryssa framyvir.
Ættartalvan hjá Miku
myndin er frá Føroya Fongi.