Sáðtøka úr Føroyskum greðingum

 

Sáð verður tikið frá føroyskum greðingi á Búnaðarstovuni í 2003. Mynd: Kalmar Lindenskov

Føroyska rossið er í eini kreppustøðu, og hóast Heilsufrøðiliga starvsstovan spakuliga er farin undir arbeiðið, at fáa til vega neyðugu lóggávurnar um skráseting og útflutning, so mugu øll viðkomandi tiltøk setast í verk nú, sum kunnu hava ein týðandi leiklut í varðveitingararbeiðinum.

Felagið hevur tískil samskift við Búnaðarstovuna og NordGen um tøku og varðveitslu av eggum og sáði úr føroyskum rossum. Bæði lata seg gera, og í fyrstu atløgu verður dentur lagdur á tøku av sáði úr eistum hjá greðingum, ið verða geldir ella av serligari orsøk mugu avlívast.

Búnaðarstovan hevur síðan 2002 hildið eina goymslu av niðurfrystum greðingasáði. Sáðtøkan á Búnaðarstovuni varð á sinni framd í samstarvi við Felagið Føroysk Ross. Tikið varð sáð frá so at siga øllum føroyskum greðingum í tíðarskeiðinum 2002 til 2004.

Felagið ætlar nú, saman við Búnaðarstovuni og NordGen, at sáð skal takast av øllum týðandi greðingum, tá høvið býðst. Hetta merkir, at verður greðingur geldur ella avlívaður, so ber til at tryggja, at ílegurnar verða varðveittar og tøkar í framtíðini, um tørvur skuldi verðið á teimum í serføroyska rossastovninum.

Vegna hesa verkætlan, at taka sáð úr eistum hjá føroyskum greðingum, vóru Signa Kallsoy Joensen og Ingibjørg Árantsdóttir, djóralækni, á einum skeiði hjá NordGen á Faculty of Veterinary Medicine í Ås, Noregi, tann 20. apríl. Heitið á skeiðinum var “Conservation of animal genetic resources: Towards conserving Nordic livestock biodiversity”. Á skeiðinum lærdu tær at taka og goyma sáð úr eistum hjá geldum kríatúrum. Brúkt vórðu tarvskálva eistu at venja við. Sama mannagongd kann brúkast til fleiri kríatúr, so sum ross og seyð. Á skeiðinum vóru luttakarir úr Íslandi, Noregi, Svøríki og so Signa og Ingibjørg úr Føroyum. Har vóru fólk, sum fingust við ross og neyt, og eisini luttók onkur granskari. Gongur alt sum ætlað, verður sáð tikið frá føroyskum greðingum í ár.

Faculty of Veterinary Medicine í Ås, Noregi, 2023. Mynd: Signa Kallsoy Joensen

Sáðið verður goymt í stráum. Mynd: Signa Kallsoy Joensen

 
Jóna Ólavsdóttir