Rossini í Mykinesi skulu av oynni

 
 
 

Nú hagin í Mykinesi verður hegnaður, broytast umstøðurnar har, og tískil skulu rossini flytast av oynni, sum skjótast.

Ross hava leingi verið í Mykinesi, og seinastu árini hevur ein flokkur av føroyskum rossum gingið úti í haganum alt árið.

Fleiri av hesum føroysku rossunum tørva nú nýtt heim. Talan er um greðingin Jall, greðingin Merg og ryssuna Fenju. Ryssufylini undan Fenju hava fingið nýtt heim, og bíða eftir at verða fluttar av oynni.

Sí nærri lýsing um rossini her:

 
Jóna Ólavsdóttir