Nýtt andlit í nevndini

Aðalfundur felagsins varð hildin 30. mars, og nú er ein nýggj nevnd klár at bera felagið inn í framtíðina. Jóna A. Ólavsdóttir, ið hevur sitið sum formaður seinastu árini, hevði undan fundinum boðað frá, at hon bar seg undan formanssessinum á hesum sinni. Signa Kallsoy Joensen, sum hevur sitið í nevndini í fleiri ár og seinastu árini verið kassameistari, valdi at taka við uppgávuni og bleiv einmælt samtykt, sum nýggja forkvinnan í felagnum. Í hennara stað, sum kassameistari, bleiv Torkil Dalsgaard einmælt samtyktur inn í nevndina. Maria Joensen, sum sat í nevndini undan fundinum stillaði upp aftur, og bleiv eisini einmælt samtykt at halda fram í nevndini. Sum tiltakslimir vórðu Jórun Sumberg-Olsen og Jóna A. Ólavsdóttir valdar. Báðar hava tær sitið í nevndini í fleiri ár.

Signa K. Joensen

Signa er nýggja forkvinnan í felagnum. Signa, ið hevur sitið í nevndini hjá felagnum í 10 ár, er uppvoksin á Signabøgarði, og hevur átt og alt føroysk ross í fleiri enn 20 ár. Í løtuni skrivar hon høvuðsuppgávuna til kandidat í lívfrøði. Uppgávan snýr seg um at granska í genominum hjá føroyska rossinum og m.a. finna upprunan til rossið, og hvørjir genetiskir variantar eru í rossinum.

Torkil Dalsgaard

Torkil er nýtt andlit í nevndini. Torkil er bóndi í Dalsgarði, Skálavík. Bóndalívið, og at fáast við kríatúr, er tískil ein inngrógvin partur av honum, og leggur hann dent á menna føroyskan landbúnað og hava føroyska rossið, sum ein siðsøguligan part av garðinum.

Maria Joensen

Maria hevur riðið og fingist við føroysk ross síðan hon var 9 ára gomul, og áður luttók hon nógv í kappríðing á føroyskum rossum. Maria býr í Danmark, har hon arbeiður sum tannlækni. Dreymurin hjá Mariu er at hava ein garð í Danmark saman við sjeikinum, og at hava føroyskar greðingar har at venja, og brúka teir til ríðing við børnum.

Á árliga aðalfundinum verður altíð ein grannskoðari fyri felagið valdur. Felagið fær árliga eina játtan av fíggjarlógini, og tískil bleiv samtykt at velja ein løggildan grannskoðara fyri felagið. Nevndin hevði undan aðalfundinum samskift við Januar, og á aðalfundinum bleiv einmælt samtykt at brúka Januar sum grannskoðara fyri felagið.

Eingin innkomin mál vóru til fundin.

Undir síðsta punktinum til aðalfundin, ymiskt, varð tosað um Nordgen og ta ráðgeving, sum felagið hevur fingið frá teimum. Tað varð tikið undir við, at sum støðan er nú við fáum avkomum árliga, er tað best, at hvørt rossið fær 2 avkom, áðrenn okkurt ross fær sítt 3. avkom. Nordgen hevur mælt til, at sáð verður tikið frá greðingum til at frysta niður, og hesum tóku øll eisini undir við. Eisini varð tosað um at lurta eftir ráðum frá serfrøðingum, m.a. Sofia Mikko og Peer Berg. Peer hevur gjørt aliforritið Eva, sum øll eru samd um skal verða grundarlagið fyri aliætlanini hjá felagnum í framtíðini. Tosað varð eisini um krøv til alistuðulin, til dømis at greðingar, ið eru tøkir til aling og yvir ein ávísan aldur, skulu fáa stuðul, hóast teir ikki hava fingið avkom, og at økja stuðulin til aliross, so tað kann gerast fíggjarliga gagnligt hjá bóndum at eiga aliross. Útflutningur má raðfestast fyri at fáa gongd á alingina aftur.

Árliga limagjaldið verður óbroytt. 100 kr.

Jóna Ólavsdóttir