Nýggj funktión á Føroya Fongi
Nýggj Funktón á Føroya Fongi styrkir aliarbeiði
Føroya Fongur hevur fingið eina nýggja og týdningarmikla funktión, har til ber hjá brúkaranum, at síggja ein lista yvir raðfesting av ryssum til hvønn einstakan greðing. Áður hevur tað bert verið møguligt at síggja ein lista við raðfesting av greðingum til hvørja einstaka ryssu.
Nýggju funktiónina finnur tú við at fara inn á “Male selection” undir Ross. Her sást nakað av listinum yvir raðfesting av ryssum til Merg. Myndin er frá Føroya Fongi.
Samstarv við NordGen og brúk av Føroya Fongi
Fyri at tryggja eina burðardygga og arvaliga sterka framtíð hjá føroyska rossastovninum arbeiðir Felagið Føroysk Ross miðvíst við aliætlanini. Ein týðandi liður í hesum arbeiði er samstarvið við NordGen, har EVA-telduforritið verður brúkt sum fakligt og vísindaligt amboð til at seta saman pør á ein so gagnligan hátt sum gjørligt fyri stovnin.
EVA-forritið er ment av NordGen og er serliga sniðgivið til at minka um innannørðing, samstundis sum arvalig fjølbroytni verða varðveitt. Við at leggja øll tøk ross inn í EVA ber til at greina, hvørjar paringar gagna stovninum best – bæði í dag og til komandi ættarlið. Hetta er avgerandi fyri at halda innannørðingina niðri og samstundis varðveita arvaliga fjølbroytni í stovninum.
Tá pørini verða vald, verður EVA brúkt saman við Føroya Fongi, sum er ættartalvan hjá Føroyska Rossinum. EVA tekur hædd fyri, at upprunarossini eru javnt umboðaði í stovninum, so eingin arvaligur partur fellur burtur. Hetta merkir, at forritið onkuntíð mælir til eina paring við eitt sindur hægri innannørðing, um tað er neyðugt fyri at tryggja, at eitt upprunaross ikki hvørvur úr ættartalvuni. Um eitt upprunaross fellur burtur, kann tað hava álvarsligar avleiðingar.
Uppruna rossini
Føroyski rossastovnurin hevur bert 4 uppruna ross. EVA tekur atlit til, at tey øll eru líka nógv umboðaði og at einki fellur burtur í ættartalvuni. Á myndini er Jaspur, hann var einasti greðingur, sum kom ígjøgnum fløskuhálsin, og er tí forfaðir at øllum núlivandi føroyskum rossum. Føroysku Rossini hava bert eina greðinga ætt. Jaspur livdi frá 1962 til 1979. Mynd: Gunnvá Jónsdóttir.
Praktiskar avmarkingar í aliætlanini
Praktisk viðurskifti hava eisini stóran týdning í aliætlanini. Rossini mugu vera tøk til at ala við, um tey bestu úrslitini skula fáast. Skilabest er um allir eigarar høvdu meldað síni ross til alingina, á hendan hátt fáa vit sett tey í EVA (saman við Føroya Fongi). Um eigarar sjálvir fara at ala eftir Føroya Fongi, so kunna vit fáa avbjóðingar í framtíðini. Eitt dømi er greðingurin Askur, sum genetiskt passar væl til allar ryssurnar. Men í veruleikanum kann hann fara til eina ella tvær ryssur, og tí mugu aðrir greðingar veljast til hinar ryssurnar, hóast Askur hevði verið tað upplagda valið.
Eitt ítøkiligt dømi um hetta er paringin millum Tám og Merg summarið 2025. Føroya Fongur vísti, at fleiri greðingar passaðu betur genetiskt til Tám enn Mergur, og Askur var í roynd og veru besta val sambært listanum, Askur er hægst raðfesti greðingur hjá nógvum ryssum. Men allar ryssurnar kunna sjálvsagt ikki fara til Ask. Askur varð settur saman við tveimum øðrum ryssum, og aðrir væl hóskandi greðingar vóru ikki tøkir til Tám. Tí fall valið á Merg, sum var ein góð og realistisk loysn innan karmarnar av ætlanini.
Endaliga aliætlanin – eitt samanspæl av fleiri faktorum
Aliætlanin er sostatt ein samanseting av fleiri faktorum: útrokningum frá EVA, upplýsingum úr Føroya Fongi, og einari realistiskari metan av, hvat í roynd og veru letur seg gera, og hvørji ross eru tøk í aliætlanini.
Seinastu árini hevur Felagið Føroysk Ross eisini havt gott samstarv við Mariu Kjetså frá NordGen í samband við endaligu aliætlanina. Maria hevur drúgvar royndir við EVA-forritinum, og arbeiðið fer vanliga fram soleiðis, at FFR ger eina fyribils ætlan, sum síðani verður farin ígjøgnum saman við Mariu. Í hesum sambandi verða ætlanirnar annaðhvørt samtyktar ella tillagaðar, og onkuntíð verða nýggjar útrokningar gjørdar í felag, fyri at tryggja, at ætlanin verður so skilagóð sum gjørligt fyri Føroyska rossastovnin.
Við hesum arbeiðshátti verður lagt eitt sterkt fakligt og vísindaligt grundarlag undir aliarbeiðið, sum bæði tekur hædd fyri genetiskum, praktiskum og langtíðar sjónarmiðum – alt fyri at tryggja Føroyska Rossinum eina burðardygga framtíð.