Greðingamiðstøð

 

Greðingar hjá Búnaðarstovuni í 2020. Myndin er av Rana og Froyur.

Áheitanin til landsins myndugleikar

Tann 12. februar 2023 sendi Felagið Føroysk Ross eina áheitan til landsins myndugleikar um at raðfesta føroyska rossið.

Hóast gongdin hevur verið drúgv, so síggjast ávísar broytingar, ið vit kunnu gleðast um.

Játtanin til Felagið Føroysk Ross bleiv hækkað eitt vet, og røktari er settur í starv at taka sær av teimum føroysku rossunum á Búnaðarstovuni.

Eisini hevur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum, úttalað seg um støðuna hjá teimum føroysku rossunum og sagt, at hann ætlar at leggja orku í málið.

Greðingar hjá Búnaðarstovuni í 2020. Hersi, Ægir og Froyur.

Greðingamiðstøð

Tann 12. mai í hesum mánaðinum sendi Búnaðarstovan eitt upprit til Uttanríkis- og vinnumálaráðið um skipanarreglur fyri virksemið á Búnaðarstovuni viðvíkjandi varðveitingararbeiðinum fyri Føroyska Rossið.

Felagið fegnast um at eitt upprit frá Búnaðarstovuni er komið, og vil heita á Uttanríkis- og Vinnumálaráðið um at taka tað til eftirtektar. Tørvur er á at ein greðingamiðstøð verður skipað, sum skjótast.

Greðingar hjá Búnaðarstovuni í 2020. Hersi, Froyur og Hoyðrik.

 
Jóna Ólavsdóttir