Føroyski rossastovnurin er nú omanfyri 100
Folingin er nú liðug, og tilsamans eru 12 fyl komin í ár, tað eina varð tíverri deyðføtt. Nú er talið av føroyskum rossum 101, 97 av teirra eru í Føroyum og 4 í Danmark.
Meira skipað arbeiði skal tryggja stovnin
Seinastu árini hevur verið arbeitt meira miðvíst við alingini. Sambært rossafrøðinginum er ein av teimum stóru broytingunum, at arbeiðið nú er meira fakliga grundað.
Sáð er savnað frá øllum greðingunum, og hetta gevur betri møguleikar at stýra alingini og varðveita eitt breitt genetiskt grundarlag. Samstundis eru privatir eigarar og alarar farnir undir at ala fleiri føroysk ross.
Arbeiðið verður gjørt í samstarvi millum Felagið Føroysk Ross, Búnaðarstovuna og Norgen. Endamálið er at hava eina felags kós fyri, hvussu føroyska rossaslagið skal varðveitast og mennast frameftir.
Sí myndir av fylinum niðanfyri
Eira undan Erru og Sleipni.
Røskva undan Føgru og Mjølni.
Fjórða undan Miku og Mjølni.
Tóki undan Leiku og Borr.
Gabriella undan Daniellu og Hersa.
Píl undan Logn og Aski.
Sólheiður undan Tám og Mergi.
Huginn undan Litbrá og Hugin.
Tíati undan Freiu og Jalli.
Baldur undan Frigg og Jalli.
Úlvur undan Lot og Óðin.
Hepni undan Flykru og Silvitna.
Sæla deyðfolað undan Glæmu og Munin.
Við 11 nýggjum livandi fylum í ár er gongdin góð, og vónin er, at vøksturin heldur fram. Vónandi verða eisini fleiri enn 10 nýggj fyl at síggja næsta ár, so føroyski rossastovnurin kann halda fram við at vaksa.