Festívalhøll 4.-6. juli
Góðu rossaeigarir Felagið Føroysk Ross bjóðar føroyskum rossum til Víkingafestivalin, Festívalhøll, sum Stuðulsfelagið Víkingabygd skipar fyri á Sandi vikuskiftið 4. - 6. juli.
Spenn tær beltið og legg grímuna á rossið, so fara vit at stuttleika okkum saman.
Skrá:
Leygardagin 5. juli: Forðarenning
Sunudagin 6. juli: Rossasýning
Vit skipa fyri flutningin av rossunum, um tørvur er á tí, beiti og møguleiki er fyri at gista á staðnum.
Melda til við at venda tykkum til Signu á t-post tiltok@ffr.fo ella tlf 253449 Um tit yvast í onkrum ella hava spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Signu. Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum