Aðalfundur felagsins

 

Aðalfundur felagsins verður hildin mikukvøldið 27. mars kl. 19:00 á Búnaðarstovuni. Umframt sjálvan aðalfundin fer Signa Kallsoy Joensen at greiða frá sínari kandidat uppgávu við heitinum "The Genomic Diversity and Population Structure of the Faroese Horse", og Jóna Adelaide Ólavsdóttir fer at leggja fram eina Action Plan, sum Felagið Føroysk Ross hevur gjørt í samstarvi við NordGen.

Skrá:

19:00 Signa: Arvaliga støðan og upprunin hjá føroyska rossinum

19:20 Jóna: Action Plan - Tiltøk, sum eru neyðug fyri at tryggja føroyska rossið

19:45 Aðalfundur - skrá sambært viðtøkum felagsins

Limagjaldið er 100 kr, og skal flytast á konto felagsins: 6460-0004739045. Limir, ið hava goldið limagjald eina viku áðrenn aðalfundin, hava atkvøðurætt á aðalfundinum.

Allir limir felagsins hava fingið fundarboð umvegis teldupost.

Myndirnar hevur dugnaliga Cécile Zahorka, The Pixel Nomad, tikið.

 
Jóna Ólavsdóttir