Aðalfundur felagsins verður 24 juni

 Aðalfundurin hjá Felagnum Føroysk Ross, sum bleiv avlýstur í mars mánað vegna korona, verður mikudagin 24 juni kl. 19 í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag.

Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Undir punkt 8 í skránni verða uppskot til viðtøkubroytingar lagdar fram fyri aðalfundin til góðkenning. Sí leinkju til viðtøkurnar niðanfyri.

Broytingar:

  • Kapittul 1, § 1. Stk. 5.

  • Kapittul 3, § 3. til og við § 5. Stk. 4.

  • Kapittul 4, § 8. Stk. 2. og § 9. Stk. 4.

  • Kapittul 5. Nýggjur kapittul við viðtøkum um Gerðabók.

Undir punkt 7 á skránni skal ásetan av limagjaldi góðkennast. Ein limur er komin við uppskoti til hækkan av limagjaldinum. 

Nýggjar viðtøkur
Gamlar viðtøkur
Limaskapur

Minnist til limagjaldið. Nýggir limir eru vælkomnir.

 Nevndin

FFR logo.jpg
Jóna Ólavsdóttir