Felagið Føroysk Ross
 

Um Felagið

Navn felagsins er: Felagið Føroysk Ross. Harumframt er hjánavn Felagsins: Føroysk Ross og altjóða undirheitið: Breeders of Faroe Ponies.

Endamál felagsins er at menna tann føroyska rossastovnin. At stuðla alingini av tí føroyska rossinum. Og at skapa áhuga manna millum fyri tí føroyska rossaslagnum.

Endamálið verður framt við:

a) at røkja áhugamál felagsins mótvegis málførum myndugleikum, felsgsskapum og øðrum.

b) at arbeiða fyri einum miðvísum aliarbeiði við føroyska rossaslagnum, herundir at føra ættarbøkur og fremja ítøkiligar verkætlanir.

c) at stuðla til djórasýningar, bæði almennar og hjá áhugabólkum.

d) at hjálpa til við keypi og sølu av lívdjórum.

e) at hjálpa til við og fáa í lag fundir, skeið, upplýsandi arbeiði v.m.

f) at veita limum felagsins ráðgeving og vegleiðing.

 
 
Mika, sum fyl í 2015, saman við mammu síni Lítlu.

Mika, sum fyl í 2015, saman við mammu síni Lítlu.

Mika, sum aliryssa í 2019, saman við greðinginum Meldi.

Mika, sum aliryssa í 2019, saman við greðinginum Meldi.

Mika, sum mamma í 2020, saman við ryssufyli sínum, Lottu.

Mika, sum mamma í 2020, saman við ryssufyli sínum, Lottu.

Nevndin

Felagið verður stjórnað av eini nevnd við 3 limum, sum ársaðalfundurin velur.

Signa Kallsoy Joensen, Nevndarformaður

Torkil Dalsgaard, Nevndarlimur, Kassameistari

Maria Joensen, Nevndarlimur

Samband: ffr@ffr.fo

bygd í bakgrunni.jpg

Viðtøkur fyri Felagið Føroysk Ross

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki í øllum viðurskiftum felagsins, og verður hildin í fyrsta ársfjórðingi.

 
 
DSC_0677. The mares. Signabø, Signabøur, Streymoy, FI. 6-2018, altered .jpg