Mika

 

Upplýsingar

Navn: Mika av Støllum
Skrásetingar nr.: FO2015298002
Folað: 12. juni 2015 - 7 ár
Kyn: Ryssa
Litur: Reyð við ljósum faksi
Stongmát: ca. 122
Sinnalag: Sera góðslig og rólig
Seljari: Jóna Ólavsdóttir, tlf. 26 35 82
Um Miku: Mika hevur fingið 2 vøkur ryssufyl og tískil er ikki trýst á, sum nú er, at hon skal fáa fleiri fyl, tí aðrar ryssur eru í stovninum, sum ikki hava fingið fyl enn, og tær mugu raðfestast. Mika er ikki tilriðin, men Jóna hevur riðið við henni berbakt nakrar ferðir, róligar túrar. Mika er sterk við breiðari bringu, ryggi og gumpi. Hon hevur liva úti seinastu árini við hóskandi røkt. Eitt gott framtíðar heim verður raðfest framum prís.

 

Avkom:
2 ryssufyl

Ættartalvan hjá Miku

 

Myndin er frá Føroya Fongi.

 
 
SendistovanRyssur