Prýða *SELD*

 

Upplýsingar

Navn: Prýða av Frælsinum
Skrásetingar nr.: FO2021298003
Folaður: 10. juni 2021 - 0 ár
Kyn: Ryssa
Litur: Svørtflekkut
Stongmát: ?
Sinnalag: Rólig, sjálvsikkur, fitt og góðslig.
Seljari: Elisabet Thomsen, tlf. 26 23 29
Um Prýðu: Prýða er folað og uppvoksin í Tórshavn saman við mammuni Erru og einari aðrari ryssu (Miru) og hennara fyli (Leiku). Prýða hevur síðani fyrsta degi verið ótrúðliga góðslig og løtt at fáast við. Hon er miljøvand við at ganga túrar runt í býnum og hevur koyrt trailara, har man skuldi trúð at hon ikki hevði gjørt annað alt lívið. Hon er ikki so stór, so hon fer væntandi at liggja um ca. 120cm í stangmát sum vaksin. Eitt gott ross til tann, sum ynskir eitt ótrúðliga fitt, róligt og sjálvsikkurt ross. Prýða er ein av teimum heilt fáu føroysku ryssunum, sum eru svartflekkutar á litin.

Avkom:
0

 

Ættartalvan hjá Prýðu

 
Myndin er frá Føroya Fongi.

Myndin er frá Føroya Fongi.

 
 

SELD

SendistovanRyssur