Føroya Fongur er ættartalvan og skrásetan av Føroyskum rossum.
Tað er Felagið Føroysk Ross, ið eigur og umsitur Føroya Fong.

Við Føroya Fongi hevur brúkarin lætta atgongd, til ættartalvuna og upplýsingar, av øllum skrásettum Føroyskum rossum.

Enn verður arbeitt við, at seta upplýsingar og myndir inn á Føroya Fong, og vóna vit í Felagnum Føroysk Ross, at brúkarin hevur tol við okkum, inntil alt tilfarið er komið inn.

Vit ynskja eisini, at heita á brúkaran um, at koma við evt. rættingum, myndum og kunning um tey ymisku rossini, bæði deyð og livandi, so Føroya Fongur gerst enn betri og meiri upplýsandi, um tann Føroyska rossastovnin, og um øll tey ymisku Føroysku rossini, ið gingið hava her á landi.

Við vón um gott samstarv og bjarta framtíð fyri teimum Føroysku rossunum.
Felagið Føroysk Ross

https://fo.worldfengur.com/

Royn Føroya Fong ókeypis í eina viku.
Brúkaranavn: Fyribils
Loyniorð: FF2019

Vanligur prísur:
Limir í FFR: 200,-
Ikki limur í FFR: 500,-

53803576_2014978061944665_6021951432150745088_o.jpg